Meginfelag Norrønu Felaganna

Foreningerne Nordens Forbund

Meginfelag Norønnu Felaganna (Foreningerne Nordens Forbund - FNF) er samstarvsfelagsskapur fyri Norrønu Feløgini í norðurlendsku londunum (Noreg, Svøríki, Ísland, Finland og Danmark) og í teimum sjálvstýrandi økjunum (Grønland, Føroyar og Áland):

  • Norden Danmark (Danmark)
  • Pohjola-Norden (Finland)
  • Norrøna Félagið í Føroyum (Færøerne)
  • Foreningen Norden på Grønland (Grønland)
  • Norræna félagið á Íslandi (Island)
  • Norden Norge (Norge)
  • Norden Sverige (Sverige)
  • Föreningen Norden på Åland (Åland)
  • Foreningerne Nordens Ungdom (FNU).

FNF samstarvar við Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið um at fáa í lag bestu umstøðurnar hjá sjálvbodnum norðurlendskum felagsskapum og almennu norðurlendsku stovnunum at samstarva sínámillum.

FNF er eisini virki í grannaøkjum í Norðurevropa og hevur harafturat samstarv við felagsskapir í Baltisku londunum og Russland. FNF samstarvar til dømis við Eesti Põhjala Ühing (Norrøna felagið í Estlandi), Biedrība Norden Latvija (Norrøna felagið í Letlandi) og Norrøna felagið í Petrozavodsk.

FNF hevur eina visión um at norðurlendsku londini skulu gerast eitt møguleikanna øki gjøgnum vitan, vinalag og samstarv.

Fremsta mál hjá FNF er at samskipa felags áhugamálini hjá limafeløgunumí arbeiðinum at styrkja fólksliga norðurlendska samstarvið á øllum økjum. Arbeiðið hjá FNF byggir á raðfestingarnar, sum limafeløgini hava gjørt hvørt í sínum landi.

Hægsti avgerðandi myndugleiki í FNF er formansskapurin; í honum sita formenninir fyri Norrønu Feløgini í limalondunum.

FNF stendur í 2015 fyri hesum norðurlendsku verkætlanunum:

Nordiske Netværk

Nordeniskolen

Nordjobb

Nordisk biblioteksuge

Nordisk Sprogkoordination

Klimaduellen

Nordiske forfatterbesøg

 

Les meira um Foreningerne Nordens Forbund (FNF)heimasíðu felagsins

www.fnfnorden.org