Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið

RÁÐHARRARÁÐ NORÐURLANDA OG NORÐURLANDARÁÐIÐ

Ráðharraráð Norðurlanda er almenni samstarvsstovnur hjá norðurlendsku ríkisstjórnunum, Norðurlandaráðið er pallurin hjá norðurlendskum tingmonnum.

Ráðharraráð Norðurlanda

Ráðharraráð Norðurlanda almenni samstarvsstovnur hjá norðurlendsku ríkisstjórnunum og týðandi partur av formliga norðurlendska samstarvinum. Ráðharraráð Norðurlanda varð stovnað í 1971 og fevnir um ríkisstjórnunum í teimum fimm norðurlendsku londunum; Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki og harumframt landsstýrini í teimum sjálvstýrandi økjunum Føroyar, Grønland og Áland. Forsætisráðharrarnir eiga høvuðsábyrgdina, men í í roynd og veru, er ábyrgdin latin norðurlendsku samstarvsráðharrunum og Nordisk Samarbejdskomité upp í hendur.

Formansskapurin hjá ráðharraráðnum verður skiftur millum tey fimm norðurlendsku londini (eitt ár í senn).

Norðurlandaráðið

Norðurlandaráðið er samstarvsstovnur fyri lóggávutingini í norðurlendsku londunum og, eins og Ráðharraráð Norðurlanda, týðandi liður í formliga norðurlendska samstarvinum. Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952 og fevnir um they fimm norðurlendsku londini: Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki og tey trý sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland. Endamál ráðsins er, at varðveita og menna norðurlendska samstarvinum viðvíkjandi lóggávu, mentan, ferðasamband, umhvørvi, samfelagslig  og fíggjarlig viðurskifti.

Á hvørjum ári, handar Norðurlandaráðið hesar virðislønir:

  • Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
  • Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
  • Náttúru- og Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
  • Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
  • Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins


Høvuðsøkið hjá báðum ráðum

Ein av aðaluppgávunum hjá Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðnum er at beina burtur byrgingarnar, ið forða fyri samnorðurlendska samstarvinum, serstakliga millum ymisk sløg fyritøkum og felagsskapum. Altjóða kappingarmegi, útbúgving, gransking, nýskapan, økt profilering av Norðurlond, umhvørvi, veðurlag og orka og - ikki minst - burturbeining av markaforðingum eru eisini týðandi samstarvsøki hjá báðum ráðum.

Ráðharraráð Norðurlanda stuðlar verkætlanini, Norðurlendskt Kervi, hvørs endamál er, at styrkja samstarvið innanfyri samborgarasamfelaginum í Norðurlondum og ímillum samborgarafelagsskapir og Ráðharraráð Norðurlanda/Norðurlandaráðið og almennu myndugleikar.

Les meira um Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið á heimasíðu teirra www.norden.org