Um Norðurlendskt Kervi

Norðurlendskt Kervi

Nýggjur háttur at samstarva í Norðurlondum

Norðurlendskt Kervi er netborin portalur, ið savnar stovnar, felagsskapir og verkætlanir í Norðurlondum. Vit ynskja at menna hesa síðu, so hon gerst ein samvirkin netborin portalur, har møguleiki er at finna norðurlendskar samstarvsfelagar, stovna seg sum brúkara og víðka um sítt kervi..

Hetta er bert byrjanin - framtíðin er full av møguleikum

Í fyrsta umfari ber til hjá tínum felagsskapi:

  • At gerast limur í Norðurlendskt Kervi
  • At leita eftir øðrum felagsskapum eftir bólkaheitum
  • At finna nýggjar samstarvsfelagar og soleiðis eisini:
    • Leggja tilrættis felags tiltøk
    • Samstarva um politiskar viðmerkingar
    • Skapa ráðgevandi kervi fyri Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið 

Norðurlendskt Kervi er fullkomiliga nýggjur háttur at netverka i Norðurlondum

STEVNUBÓLKUR

Portalurin er ætlaður norðurlendskum stovnum og felagsskapum við norðurlendskum virksemi:

  • Norðurlendsk meginfeløg og felagsskapir
  • Óhátíðarlig norðurlendsk samstørv millum tvey ella fleiri lond
  • Norðurlendskir stovnar
  • Norðurlendskar verkætlanir
  • Aðrir viðspælarar, ið eru áhugaði í norðurlendskum samstarvi

Máttmikið norðurlendskt borgarasamfelag

Norðurlendska samstarvi hvílir á meginregluna um sterkt borgarasamfelag, ið hevur ávirkan á avgerðargongdunum. Tí vilja vit stovna samstarvsstað fyri norðurlendskar samborgarafelagsskapir. Netborni portalurin ger samstarv norðurlandanna millum gjørligt á fullkomiliga nýggjan hátt. Umvegis portalin, kann tín felagskapur finna nýggjar hættir at koma í samband við aðrar felagsskapir, og aðrir felagsskapir hava møguleika at finna teg.

Norðurlendskt Kervi er ein møguleiki at skapa ráðgevandi kervi til tey, ið taka avgerðir, og á tann hátt, styrkja samstarvi millum samborgarafelagsskapir og Ráðharraráð Norðurlanda/Norðurlandaráðið.

Endamál

Endamáli er at skapa eitt livandi grundarlag, sum knýtir saman borgarasamfelagið við almenna norðurlendska samstarvið. Tað hevur stóran týdning fyri Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið at fáa møguleika at styrkja arbeiðið gjøgnum viðtalur við serfrøðingar. Somuleiðis, hevur tað týdning fyri borgarasamfelagið, at styrkja sína rødd og sína støðu. Vit meta tað hava stóran týdning at styrkja samrøðuna millum borgarafelagsskapirnar og Ráðharraráð Norðurlanda/Norðurlandaráðið. Portalurin skal verða eitt amboð hjá felagsskapum, at gerast ráðgevandi og forsprákandi viðspælarar hjá Ráðharraráð Norðurlanda og Norðurlandaráðið í ymsum málum.

Hetta er bert byrjanin! Ver við frá byrjanini og gev títt íkast til menningina av nýggja norðurlendska kervinum.

Virðisgrundarlag

Norðurlendskt Kervi er grundað á virðunum, ið eru hornarsteinurin undir noðrurlendska samfelagsfyrimyndini; álit, frælsi við ábyrgd, opinleiki, tolsemi, javnstøða og fólkaræði og somuleiðis virðing fyri siðvenjuni at samrøða við samborgarar í fólkaræðisligu skipanunum. Vit ynskja øllum felagsskapum, ið hava somu virði, vælkomnum.